Semja ella verkfall: Semingsmaðurin bíðar enn eftir svari

Freistin var nú miðdegi, men partarnir eru ikki klárir at svara

Áki Bertholdsen
11. mai 2024 kl. 12:09

Semingsmaðurin bíðar eftir svari frá Arbeiðsgevarunum og Arbeiðarafeløgunum um tey góðtaka semingsuppskotið, hann legði fyri tey beint eftir midnát.

Tey fingu freist til á miðdegi í dag at svara, men hóast tað er farið av miðdegi, hava partarnir ikki svarað enn.

Teir eru ikki liðugir við viðgerðina enn og semingsmaðurin sigur, at hann bíðar eftir svari.

Enda samráðingarnar úrslitaleysar, kunnu feløgini boða frá verkfalli, men tað skulu tey gera við 48 tíma freist og sosatt verður í hvussu so er einki verkfall fyrr enn mánakvøldið.