Semingsroyndin miseydnaðist - verkfallið heldur fram

Enn einaferð hevur semingsmaðurin givið skarvin yvir

Áki Bertholdsen
26. oktober 2023 kl. 13:58

Heldur ikki hesa ferð eydnaðist at finna semju í sáttmálatrætuni ímillum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið. Tað sigur KvF-

Sostatt heldur verkfallið sjá sjúkrarøktarfrøðingunum fram.

Tað var annars i gjár at partarnir settist aftur við samráðingarborðið og tey skuldu halda fram í dag. Men Kvf sigur, at tað er enn so langt ímillum partarnar, at semingsmaðurin helt ikki at tað tænti nøkrum endamáli at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar og tískil eru samráðingarnar, enn einaferð, slitnaðar