Semingsroyndin miseydnaðist: og verkfallið heldur fram
Semingsroyndin, sum arbeitt hevur við seinastu dagarnar, er miseydnað
Áki Bertholdsen
30. mai 2024 kl. 16:18
Nú ger greitt, at verkfallið hjá Arbeiðarafeløgunum heldur fram í eina tíð afturat.
Hesar seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við eini nýggjari semingsroynd og í tí sambandi hevur fundur verið ímillum partarnar í dag.
Endamálið var at lodda dýpið við tí endamáli at fara undir eina veruliga semingsroynd í morgun
Men nú sigur KvF, at royndin er miseydnað og at partarnir eru farnir hvør til sítt.
Semingsmaðurin sigur við KvF, at enn er so langt ímillum partarnar, at grundarlag er ikki fyri at fara undir eina veruliga semingsroynd. Og sostatt heldur verkfallið fram.