Semingsmaðurin um verkfallið: Her var einki at gera

Tað skulu tveir partar til at samráðast, men tað var tað ikki í hesum føri, sigur semingsmaðurin

Áki Bertholdsen
7. juni 2024 kl. 23:50

Samráðingarnar eru endaðar úrslitaleysar, tí har er púra einki at gera.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, nú hansara triðja semingsroynd er slitnað fyri eini lítlari løtu síðani.

Partarnir hava samráðst síðani klokkan trý í gjár í eini roynd at finna semju ímillum arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini.

men í kvøld mátti semingsmaðurin ásannað, at tað stendur sum í berginum.

Hann sigur, at allar snildir eru royndar fyri at fáa glið á, men tað er ómøguligt at fáa partarnar at nærkast.

Hann vil ikki siga, hvør av pørtunum tað er, sum liggur í buktini.

Men hann sigur, at hann fekk at vita, at partarnir vildu ikki slakað tað allarminsta, sigur hann.

Hann sigur, at tað skulu tveir partar til at samráðast og tað var tað ikki í hesum førum.

Hann sigur kortini at hann fer at fylgja væl við støðuni og verður ein hurð gloppað, er hann sinnaður at royna aftur.

– Vit kunnu vóna, at tá ið partarnir hava sovið upp á tað, at teir koma til eina niðurtøðu.

Hann sigur, at tað er hent áður - men hann ásannar, at í hesum føri trýr hann ikki rættiliga upp á tað, tí partarnir eru so fastlæstir í síni støðu.