Semingsmaðurin sera ónøgdur við framferðina hjá Sonju Jógvansdóttir

Semingsroyndin, sum skuldi vera fríggjadagin, er framskundað til í morgin

Áki Bertholdsen
5. juni 2024 kl. 23:11

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, hevði semingsmaðurin kalla arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini í verkfalli, saman til samráðingar fríggjadagin í eini roynd at fáa enda á verkfallinum.

Orsøkin til at tey ikki skuldu møtast fyrr enn fríggjadagin, var, at arbeiðarafeløgini skuldi kanna ymisk viðurskifti áðrenn.

Men nú skrivar www.in.fo, at semingsroyndin er framskundað til í morgin.  

Hinvegin væntar semingsmaðurin drúgvar samráðingar og hann hevur fyrireikað seg upp á at sita við samráðingarborðið alt vikuskiftið.

Tá ið semingsmaðurin er boðsendur til eina samráðing á arbeiðsmarknaðinum, er tað hann, sum tekur yvir og tá fáa stríðandi partarnir munnkurv.

Men kortini hevur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sagt í samrøðu við KvF, at hóast arbeiðarafeløgini eru sinnað at samráðast, ivast hon í um arbeiðarafeløgini hava flutt seg á summum økjum.

Á summum standa feløgini rímiliga fast, men á øðrum økjum kunnu vit samráðast, men vinnan hevur ótrúliga góð ráð at rinda eina lønarhækking, segði samskiparin í Samtaki.

Terje Sigurðsson sigur við www.in.fo, at hann er sera misnøgdur við, at umboðið hjá Føroya Arbeiðarafelag hevur sagt sína hugsan seg um semingsroyndina, hóast semingsmaðurin hevur givið pørtunum boð um, at tað bara er semingsmaðurin skal siga nakað sum helst sum helst.

Hann hevur eisini boða arbeiðarafeløgunum frá, at hann er sera misnøgdur við, at Sonja Jógvansdóttir hevur sagt sína meining um tað, sum tey hava avtalað, at tey einki skulu siga um.

Semingsmaðurin segði annars fyrr í dag, at hann hevur góðar vónir til, at tað ber til at finna eina semju, tí hann hevur fingið ábendingar um, at partarnir eru sinnaðir at nærkast hvørjum øðrum.

Hann hevur eisini sagt, at táið hann fer undir eina semingsroynd er tað tí, at hann hevur vónir um at fáa semju í lag.

Men skal eg trúgva tí, sum Sonja Jógvansdóttir sigur, havi eg kanska yvirtulkað støðuna, sigur Terji Sigurðsson við www.in.fo.