Sement 2022: Í ár er møguleiki at vinna altjóða marknaðarføring

Umframt at vinna tíð í studio, so ber í ár eisini til hjá teimum luttakandi bólkunum í tónleikakappingini, Sement, at vinna umfatandi marknaðarføring frá Friendly PR

Sigurjón Einarsson
17. februar 2022 kl. 16:50

Ársins Sement-tónleikakapping nærkast, og fyrsta innleiðandi umfarið verður tann 9. apríl. Undanfarin ár hevur vinnandi bólkur og nummar tvey og trý vunnið tíð í studio at taka eitt lag ella løg upp við framleiðara, miksing og mastering.

Men í ár verður ein vinningur lagdur afturat vanliga vinninginum, tí í ár kunnu bólkar eisini vinna umfatandi marknaðarføring frá Friendly PR, ið hevur eitt virði upp á 20.000 krónur.

Sement skrivar á sínum Facebook-vanga, at Friendly PR hevur leverað skræddaraseymaðar PR loysnir í meira enn tíggju ár.

Hóast tey flestu ikki kenna til navnið Friendly PR, so er bara at hyggja eftir tónleikanøvnunum og bólkunum, sum Friendly PR gjøgnum ár og dag hevur marknaðarført.

Har eru nøvn sum eitt nú Damon Albarn, Faith No More, Girl in Red, Arlo Parks, Aphex Twin, Flume, Flaming Lips, Editors, Rick Astley, Kasper Winding, Beach House, Danny Brown, Brian Eno, Mew og Pete Doherty, skrivar Sement.

Nummar eitt, tvey og trý á Sement vinna tíð í Studio Bloch, har bólkar fáa ein dag at taka upp, men eisini verður framleiðsla, miksing og mastering við í vinninginum.

Og sum eitt bonus, so skipar Studio Bloch eisini fyri eini lurtisessión, tá tónleikurin er liðugur og útgivin. Lurtisessiónin verður fyri innbodnum gestum sum til dømis tíðindafólkum, festival- og konsert fyriskiparum, FMX og øðrum týðandi fólkum innan tónleikavinnuna, skrivar Sement á Facebook.

Dómarar í ár verða Ragnar Finsson, Guðrið Hansdóttir og Heðin Ziska Davidsen.

Vertur fyri tónleikakappingina verður Bjørk Lamhauge Sigurdsdóttir.

Fakta:

Sement er tónleikakapping í rútmiskum tónleiki. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini – roynd og óroynd, kend og ókend og tónleikur innan allar sjangrur.

Freistin at tekna seg til Sement 2022 er 1. mars kl. 12.

Innleiðandi umførini verða 9. 16. og 23. apríl og finalan 30. apríl.

Treytir

Treytirnar fyri at luttaka á Sement eru hesar:

·         Hvør bólkur hevur 15 minuttir á pallinum

·         Øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður

·         Tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum, men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum

·         Hevur tú vunnið Sement, so skulu tað ganga 5 ár, áðrenn tú aftur kann luttaka við sama bólki

Til ber at melda seg til Sement 2022 á www.torsgota.fo/sement