Óli Olsen

06.07.2018 10:48

Í sekstiárunum var ferjan Selurin kend býarmynd í Klaksvík. Tá var ikki so vanligt at hava bil, og drúgt var at ganga runt buktina. Kjølbro hevði eitt nú nógv virksemi á Stongunum og á Kósini, og væl kom við hjá arbeiðsfólki og øðrum at sleppa skjótt og ómakaleyst yvirum.

Í 1959 fóru teir á Klaksvíkar sleipistøð at smíða ferjuna, sum várið 1960 fór at sigla um vágna í Klaksvík. Lítla farið Fisken, sum kom úr Noregi krígsárini, sigldi rutuna frammanundan.

Motorurin á nýggju ferjuni var ein 33 hesta bukh diesel. Hann varð, sum skilst, í 1964 útskiftur við motor av slagnum lister.

Tilfarið omandeks á Selinum var mahogni, skrokkurin eik og bók. Ferjan var 10 tons, hevði salón og pláss fyri 40 ferðandi. Ferjan sigldi um vágna í smá 10 ár, tá ið hon fór norður til Hvannasunds at sigla um sundið.

Selurin endaði sínar dagar uppi á Borðoyarvík. Seinast vit frættu, lógu rovini á landi, har sum bátahylurin er.

Rovini av ferjuni hava verið at síggja uppi á Borðoyarvík

Virkna tíðin hjá ferjuni Selinum er av. Hon hevur notið sítt otium uppi á Borðoyarvík