Selja brennievni til fleirfaldað vanligan prís

Bilførarar eru hart raktir av verkfallinum, men summi gera sær dælt av støðuni við at selja brennievni privat. Til dømis biður ein seljari um kr. 48,- fyri liturin av diesel.

Halgir Winther Nagata
26. mai 2024 kl. 19:00

Verkfallið er í hæddini, og fyrradagin bóru vit tíðindi um, at brennievni er uppi í høvuðsstaðnum. Enn er eitt sindur av brennievni at fáa summi støð í landinum, men Strandferðslan ávarar móti flutningi av hesum í samband við hamstring.

Men hvar tað er nóg stórur eftirspurningur, er ofta eisini útboð. Á Facebook sølubólkum eru fólk sum bjóða brennievni væl dýrari enn til vanligan prís á sølustøðum. Til dømis er eitt uppslag, har seljarin ynskir í minsta lagi kr. 20.000 fyri 415L av diesel. Tað svarar til beint yvir kr. 48,- liturin, meira enn fýrafaldað listaprísin hjá Magn og Effo.

Nakrar fáar viðmerkingar ynskja at keypa, men flestu antin halda at talan er um skemt, ella finnast at.