Bakkafrost seldi fyri 7,1 miljard krónur av laksi og laksaúrdrátti í fjør.
Rakstraravlopið var hálv onnur miljard. Tilsamans tók fyritøkan í Føroyum og Skotlandi 73.000 tons av laksi.
Seinast ársfjóðring í ár var selt fyri góða hálva aðru miljard krónur móti sløkum tveimum miljardum í 2022.
Stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, sigur um úrslitið.
-Bakkafrost hevði eitt gott úrslit í fjórða ársfjórðingi, við lutfalsliga munandi betri rakstraravlopi. Laksamarknaðurin var sum heild góður og stórur eftirspurningur var á øllum høvuðsmarknaðum.
-Okkara laksur er sera høgt í metum og tískil fáa vit eyka góðan prís, serliga í USA, har vit seldu 25 prosent av føroyska laksinum í fjórða ársfjórðingi.
Eg fegnist um framgongd innan fiskaheilsu og -vælferð í alingini í Føroyum. Nógv arbeiði og stórur dentur er lagdur á hetta øki. Ein sterkur og burðardyggur leistur er lagdur fyri alivirksemi okkara í Føroyum.
-Aftaná ein sera truplan triðja ársfjórðing í alingini í Skotlandi, gekk tað munandi betur í fjórða ársfjórðingi. Lívfrøðiliga gongdin batnaði og vit valdu at minka tøkuna mest møguligt, og heldur lata fiskin vaksa til tøku í fyrra hálvári 2024, sigur Regin Jacobsen, stjóri.