Sela Rui heldur fyrilestur á TONIK 2024

Kinesiski íverksetin er stjóri og samstovnari av fyritøkuni Ellure

Fríðmundur Nattestad
6. apríl 2024 kl. 12:00

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætla til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Sela Rui, sum er stjóri og samstovnari av Ellure. Fyritøkan byrjaði sum ein skúlaverkætlan á Royal Institute of Technology í Stockholm í 2018. Sela og Marc vildu skapa eina loysn innan vakurleikavinnuna, sum tók hædd fyri okkara ymiskleika, samstundis sum hon virdi tørvin hjá  okkara klótu.

Ellure framleiðir servørur innan vakurleikavinnuna og endamálið er at gera vakurleika til ein kringbúskap.

Ellure hevur skapt ein KT pall til kræddaraseymaðar loysnir, har man við tøkni kann velja rættan lit og sniðgeva sína varrastift og aðrar vakurleikavørur. Hendan loysnin ger, at tað verður minni spill og harvið meira burðardygt.

Við einum sterkum grundarlagi innan tøkni og búskap, brennur Sela fyri at framleiða vørur og hættir, sum ikki bara fevna um margfeldi, men eisini leggja dent á at raðfesta klótuna.

- Eg eri sniðgevi og íverkseti. Eg síggi meg sum tulkaran millum hvøssu tøknina og fólkið, sigur Selah.

Lýsingarslagorðið hjá Ellure er: “Vit eru á einari sendiferð at skapa vørur sum fólkið og klótan elska”

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo