Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, tóku nøkur vinfólk og fjepparar, stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning, sum fagnar fjølbroytta avrikinum hjá sermerkta listamanninum úr Norðragøtu.
Tað siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin "við øðrum eygum," men spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á "øðrum" og "ørum," og at vit kanska mangan eru skjót at síggja "tað øðrvísi" sum "ørt".
Harumframt er tað so, at til hesa framsýningina eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum velja út og heingja upp.
Tað verður bæði høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir sýna úrval av myndum, sum tey sjálvi hava keypt frá Tummasi gjøgnum árini.
Framsýningin verður í hølunum hjá arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará. Hesi hølini eru fyri kortum lagaði til at kunna hýsa listaframsýningum, og á Mentanarvikuni herfyri vístu tey seg at hóska sera væl til endamálið, siga fyrireikararnir
Framsýningin letur upp í dag, fríggjadagin klokkan 17. hetta er eitt alment tiltak har Meinhard Jensen fer at røða um listina hjá Tummasi. Paula Gaard og Kári Sverrisson spæla eisini nøkur løg.