Ongi úrslit

Seks mans í Føroya rætt í dag í stórmáli um rúsevni og hvítvasking

Løgreglan hevur lagt hald á 18 kilo av hassji og 1,3 milliónir krónur

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Í dag verður hol sett á eitt umfatandi mál um rúsevnasmugling til Føroya, og um pengar, sum eru hvítvaskaðir í sambandi við handil við rúsevnum í Føroyum.

Tilsamans eru seks mans ákærdir í málinum. Teir eru allir danir í aldrinum 22 til 41 ár, og teir eru allir ákærdir fyri at hvítvaska pengar og fyri at smugla rúsevni til Føroya. 

 Í sambandi við málið hava Taks og løgreglan lagt hald á 1,3 milliónir í reiðum peningi og 18 kilo av hassji.

 Stórar nøgdir av peningi og rúsevnum

Málið byrjaði í oktobur í fjør tá ið tollarar hjá Taks steðgaði einum bili, sum var á veg umborð á Norrønu í Havn.

Í bilinum vóru tveir av teimum ákærdu, men tá ið bilurin varð kannaður, funnu tollararnir eisini 1,3 milliónir í reiðum peningi. Pengingurin var goymdur í fleiri ymsum rúmum í bilinum. 
Kanningararbeiðið hjá løgregluni førdi til, at tveir mans afturat vóru handtiknir seinni sama dag nakað omanfyri Kirkjubø.

Í hesum sambandi legði Føroya Politi hald á 18 kilo av hassji, sum vóru niðurgrivin í haganum.

Dagin eftir varð fimti persónurin í málinum funnin og handtikin.

Hesin var komin til Føroya við seglbáti, sum ákæruvaldið sigur, førdi hassjið til Føroya. 
Hesir fimm menninir hava sitið í varðhaldi síðani oktober í fjør, men síðani varð ein maður handtikin afturat og umframt at verða ákærdur fyri omanfyri nevndu lógarbrot, er hann eisini ákærdur fyri at hava selt 200 gramm av amfetamini. 
Hesin maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani januar í ár. 

Rættarfundirnir vera við Tjarnir

Av tí at talan er um heili seks fólk, sum eru ákærd í hesum máli, eru vanligu hølini hjá Føroya Rætti ikki nóg stór, og tí verður rættarmálið viðgjørt í hølum í stórhøllini við Tjarnir. 
Viðgerðin fer væntandi at taka fýra dagar.

Mest lisið hesa vikuna

Sigmund bleiv álopin

Í gjár kl. 17:08

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Bryan Rice gevur Sissal 12 points

16. mai kl. 18:22

Eru skuldsett fyri 20 mál um stuldur úr handli í Havn

20. mai kl. 07:51