Seks mánaðar treytaða fongsulsrevsing til Morten Messerschmidt

Næstformaðurin í Dansk Folkeparti varð í dag dømdur seks mánaðar treytaða fongsulsrevsing. Morten Messerschmidt fer at kæra til eystara landsrætt.

Steinar Patursson
13. august 2021 kl. 14:19

Morten Messerschmidt, næstformaðurin í Dansk Folkeparti, fekk fyri løtu síðani seks mánaðar treytaðan dóm.

Tað boðar DR frá.

Dómurin er treytaður í tvey ár.

Tað er ikki greitt, júst hvørji viðurskifti Messerschmidt varð dømdur fyri, men tað verður at frætta seinni.

Morten Messerschmidt varð ákærdur fyri at skjalafalsan og fyri at hava svikað við ES pengum í sambandi við eina útferð hjá Dansk Folkeparti.

Morten Messerschmidt hevur boðað frá, at hann ætlar at kæra dómin fyri hægri rætt.

Tað er ikki greitt, hvørja avleiðing dómurin fer at hava fyri sessin hjá Morten Messerschmidt í fólkatinginum.