Seks leiklistaverkætlanir fingið stuðul

Níggju umsóknir komu inn, og søkt var um 1,7 milliónir krónur

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Fríðmundur Nattestad
26. mars 2024 kl. 14:15

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024.

Hesum boðar Almanna- og mentamálaráðið frá á heimasíðuni í dag.

Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

Navn á umsøkjarum

Verkætlan

Játtan

Dansivirkið Riva

Kanska ein bygd

190.000

Trín fram

Løstir

150.000

Det Ferösche Compagnie

Trælurin

80.000

Opera.fo

Papageno

70.000

Gunnvá Zachariasen

Upphav

90.000

Leikhús Skift

Lortið út um Havnina

70.000

 

íalt

650.000


Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.