Tað hevur verið heilt óvanliga hált fleiri staðni í nátt, og á Kaldbaksvegnum kundi enda heilt galið. Har hendi eitt ferðsluóhapp beint eftir midnátt, har tveir bilar, har annar var á veg norðureftir og hin var á veg suðureftir rendu beint í gronini á hvørjum øðrum.
Óheppið hendi í brekkuni niðan ímóti tunlinum og løgreglan sigur at fimm fólk vóru í øðrum bilinum og í hinum bilinum var førarin einsamallur.
Løgreglan sigur, at bilarnir fingu stóran skaða, men fólkini sluppu merkiliga væl. Sjúkrabilar komu á staðið, og fólkini vórðu kannað á staðnum, men nøkur vórðu tikin við á Landssjúkrahúsið til kanningar – talan var tó ikki um nevniverdan skaða, so tað endaði væl.
Løgreglan sigur, at har var heilt óvanliga hált og at tað hevur havt ein avgerandi leiklut í óhappinum. Har var so hált, at løgrglan metti, at varð vegurin ikki saltaður, mátti hann steingjast. Tí varð ringt til Landsverk og tey komu so beinanvvegin at salta vegin.
Løgreglan fer nú at avhoyra fólkini í bilinum í eini roynd at fáa greiði á, hví óhappið hendi. Bilførararnri hava blást í alkometrið, men teir vóru báðir edrúir.
Men tað vóru eisini onnur ferðsluóhapp í teirri óvanligu hálkuni í nátt. Eisini ein bilur hjá Landsverki kom illa fyri, men meiri um tað um eina løtu