Í gjár varð løgreglan á ferð í Eysturoy við ferðmátaranum, og tað var ikki úrslitaleyst.
Tey vóru á vegastrekkinum Millum Fjarða fyrrapartin í gjár og úrslitið var, at fimm bilførarar fingu bót. Men ein av teimum koyrdu 101 kilometrar um tíman, og umframt bótina, fær hann sostatt eisini klipp í koyrikortið.
Tveir koyru 100 kilometrar um tíman, og teir vóru sostatt akkurát undir markinum fyri at fáa klipp eisini.
Hinir báðir koyrdu ávikavist 95 og 98 kilometrar um tíman, so teir koyrdu allir nakað væl skjótari enn loyvt er.
Ein annar bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið, men tað var tí hann var óansin. Ein bilur skuldi av Magnstøðini í Norðragøtu, út á høvuðsvegin, men hann hevði víkiskyldu og tí steðgaði hann á. Men tað ansaði ein bilur, sum kom aftan fyri hann, ikki eftir og rendi upp í reyvina á honum.
Tað kostar bilføraranum, sum rendi á, bót og klipp í koyrikortið. Løgreglan sigur, at annar bilurin fór so illa, at hann fekk ikki koyrt.