Seks bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Teir eru tiknir í Havn og norðan fyri

Áki Bertholdsen
31. juli 2024 kl. 07:45

Aftur í gjár og í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar, sum vóru ávirkaðir. Teir vóru báðir ávirkaðir av rúsevnum og teir vórðu báðir tiknir í norðurøkinum, tað er í Eysturoynni og í Norðoyggjum.

Løgreglan sigur, at hesa ólavsøkuna eru seks bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir, fýra hava verið ávirkaðir av rúsevnum og tveir av rúsdrekka - og teir eru allir tiknir í Havn og í Norðurøkinum.

Annars var ein maður í samband við løgregluna í gjár at melda, at onkur hevði sligið hann á ólavsøku. Hann visti ikki, hvør tað var, men løgreglan arbeiðir við málinum.

Tað verður alsamt vanligari at bilførarar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum. Og í Dimmalætting, sum nú er at fáa í handlunum kring landið, verður skrivað, at í roynd og veru hevur rúsevnakoyring yvirhálað rúsdrekkakoyring. Løgreglan hevur eisini nakrar metingar um, hví so er.