Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni og kannaði ferðsluna. Kannað varð eftir, hvussu skjótt bilar koyrdu - og tey fóru ikki tómhent aftur á støðina.
Fyrst kannaði løgreglan ferðsluna á einum strekki í Saltangará, har tað bara er loyvt at koyra 30.
Tá ið ferðin er avmarkað meiri enn vanligt er, skal lítið til at fáa klipp í koyrikortið, ella at missa tað - og tað fingu tríggir bilførarar at sanna.
Har fingu nevniliga tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra 50, og beint undir, og ein koyrdi næstan 56, so hann missur koyrikortið treytað.
Síðani var løgreglan á nýggja Fjøruvegnum, sum er ein beinur og góður vegur. Løgreglan skilur væl, at bilførarar lata seg lumpa og halda, at har er loyvt at koyra 80, men talan er altso um ein innanbýggja veg, har tað bara er loyvt at koyra 50.
Og har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra góðar 70 kilometrar um tíman og ein misti koyrikortið treytað fyri at koyra næstan 90.
Í Havnini vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað kostar teimum eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.