Í hesum døgum er kvinnulandslið okkara í hondbólti á veg til Sveis at spæla við í kappingini um EM.
Hetta verður eitt hæddarpunkt í føroyskari hondbóltssøgu og í EM eru Føroyar komnar í bólk saman við Kroatia og Danmark, umframt við verstlandinum, Sveis.
Øll hondbóltsáhugað í Føroyum hava seinastu tíðina fylgt við í fyrireikingunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum og í morgin gongur leiðin t il Sveis, har tær spæla fyrsta dystin ímóti vertstjóðini, Sveis og tann dysturin verður fríggjadagin.
Men á skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík fylgja tey serliga væl við, hvussu tað gongur landsliðnum.
Tað eru 18 spælarar í føroyska hópinum, sum er á veg til Sveis, men tað merkisverda er, at ein heilur triðingur av teimum, hava gingið í sama skúla tá ið tær vóru børn.
Skúlin við Løgmannabreyt sigur nevniliga, at seks av spælarunum eru gamlir næmingar har á skúlanum.
Í skúlanum við Løgmannabreyt eru vit ikki sørt stolt og errin av, at seks av teimum 18 hondbóltskvinnunum, ið mannað liðið, hava gingið í skúla á Løgmannabreyt, siga tey á skúlanum.
Tær seks eru: Brynhild Pálsdóttir, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Brynja Høj, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Marita Mortensen.