Hann hevur verið einsamallur ovasti Russlands síðani síðst í 1999, hin í dag 65 ára gamli Vladimir Vladimirovich Putin. Føddur tann 7. oktober 1952 í russiska býnum, sum tá kallaðist Leningrad har vesturi í Russlandi. Har vaks hann upp og fór í 1970 á lærda háskúlan í Leningrad at lesa løgfrøði. Hann gjørdist útlærdur løgfrøðingur í 1975 og fann sær síðani starv hjá russisku trygdarløgregluni KGB. Býurin Leningrad skifti í 1991 aftur til sítt upprunaliga navn – Sankta Pætursborg. Og Putin var í starvi hjá KGB heilt fram til 1991, tá hann legði lívsleið sína um frá njósnara til politikkara.
Forsetavalið sunnudagin
Hóast Vladimir Putin enn einaferð vann tryggan valsigur til forsetavalið sunnudagin, so meta teir flestu vesturlendsku politisku eygleiðararnir, at tað er sera ivasamt, um russiska forsetavalið kann kallast demokratiskt. Í øllum førum ikki, tá mett verður út frá tí, vit í vesturheiminum kalla demokratiskt. Sjey valevni stillaðu upp ímóti Vladimir Putin, og hesi sigast øll at vera góðkend frammanundan av Kreml. Og hansara argasti mótstøðumaður seinastu mongu árini, løgfrøðingurin og politiski aktivisturin Alexei Navalny, misti stutt undan forsetavalinum sítt valbæri, tá russiska valnevndin metti hann vera óegnaðan at stilla upp, vegna tveir dómir um fíggjarundandrátt og mutur.
Vladimir Putin vann so syngjandi forsetavalið. Hann fekk heili 76,66% av atkvøðunum, meðan næstur gjørdist Pavel Grudinin úr Kommunistiska flokkinum við 11,80% av atkvøðunum. Nummar trý gjørdist Vladimir Zhirinovsky úr Liberal-Demokratiska flokkinum við 5,66% av atkvøðunum. Hini fimm forsetavalevnini fingu øll undir 2% av atkvøðunum. Valluttøkan var um 67,5%, sum er nakað minni enn tey 70%, sum Kreml hevði miðað ímóti, soleiðis at forsetavalið skuldi hava so stóran legitimitet sum gjørligt kring heimin.
Óalmenna málið ”70-70”
Óalmenna málið hjá russisku skipanini handan forsetavalið var ”70-70”. Hetta merkir, at Putin skuldi vinna minst 70% av øllum atkvøðunum, og at valluttøkan til forsetavalið skuldi vera minst 70% av øllum teimum, sum høvdu atkvøðurætt. Hetta fyrra málið náddi Putin væl og virðiliga, meðan hitt seinna málið náddi hann nærum. Hetta hevur serliga stóran týdning fyri Putin og russisku skipanina, at hann í mun til útheimin kann vísa, at hansara poltiska ræði er djúpt inngrógvið bæði í russiska fólkið og í russiska samfelagið.
Fyri at náa málinum ”70-70” hevði russiska skipanin eisini gjørt ein serligan innsats. Á nógvum valstøðum var alskyns undirhald og hugni, har ein bæði kundi taka sær av løttum, og eisini fáa ein bita at eta og okkurt heitt afturvið at drekka. Alt hetta var gjørt sum ein skipaður liður í at fáa so nógvar veljarar sum gjørligt at greiða atkvøðu. Var veljarin fyrst komin á valstaðið, so vóru sannlíkindini eisini stór fyri, at atkvøðan fór til Vladimir Putin. Hetta valundirhald skal eisini síggjast í ljósinum av, at Putin ikki hevur luttikið í nøkrum almennum kjakfundi við hini forsetavalevnini. So vansin var tí stórur fyri, at vanligi veljarin als ikki tímdi at fara á val.
Alexei Navalny – argasti mótstøðumaður Putins
Alexei Navalny, eisini kendur undir heitinum argasti mótstøðumaður Putins, var ikki at finna á forsetavalevnislistanum seinasta sunnudag. Orsøkin var hon, at hann í desember 2017 misti sítt valbæri. Hetta hendi, tá russiska valnevndin valdi at meta hann óegnaðan at stilla upp, tí hann fyrr er vorðin dømdur fyri fíggjarundandrátt og mutur. Ein dómur, sum varð harðliga kritiseraður av Evropeiska Mannarættindadómstólinum, og eftirfylgjandi var blivin umstoyttur av russisku dómstólunum.
Alexei Anatolievich Navalny bleiv føddur tann 4. juni 1976 skamt uttanfyri russiska høvuðsstaðin Moskva. Síðani 2009 hevur hann verið ein av luttakarunum handan russisku hópmótmælisgongunum – eitt átak, sum byrjaði í 2006, og sum árliga hevur fyriskipað hópmótmælisgongur í teimum stóru russisku býunum. Hetta gjørdi hann víðagitnan bæði í Russlandi og kring allan heim. Hann bleiv kendur sum politiskur aktivstur, hvørs høvuðsendamál var at basa korruptión, og at basa Vladimir Putin. Í 2012 skrivaði kenda tíðarritið ”The Wall Street Journal”, at Navalny var maðurin, sum Vladimir Putin óttaðist mest.
Fólksins samgonga og Framburðsflokkurin
Alexei Navalny er leiðari í politiska Framburðsflokkinum. Hesin flokkur bleiv stovnaður tann 15. desember 2012 undir heitinum Fólksins samgonga. Fólksins samgonga bleiv stovnað av viðhaldsfólkum hjá Alexei Navalny, men sjálvir noktaði hann at vera við í henni. Hann segði millum annað, at tað ikki tænti flokkinum at hava enn ein lim, sum nýtti meginpartin av síni tíð millum russisku kanningarnevndina og russisku dómstólarnar. Men eftir at Alexei Navalny hevur stillað upp til borgarstjóravalið í Moskva í 2013, og har gjørdist nummar tvey, segði hann seg vera til reiðar at verða leiðari hjá Fólksins samgongu. Hann bleiv síðani valdur til leiðara tann 17. november 2013.
Høvuðsmálini í stevnuskránni hjá Fólksins samgongu eru millum annað desentralisering av valdinum í Russlandi, at minka um talið á embætismonnum, at minka um valdið hjá forsetanum og at tryggja óheftni hjá dómstólunum. Tann 8. februar 2014 tók flokkurin so stigið fult út, og skifti navn frá Fólksins samgonga til Framburðsflokkurin. Tað hevur tó gingið ógvuliga striltið hjá Framburðsflokkinum at fáa formliga viðurkenning frá russiska valdinum. Russiska løgmálaráðið hevur fleiri ferðir avvíst at góðkenna flokkin, soleiðis at hann ikki hevur rætt til at stilla upp til almenn val. Og eftir fleiri avvísingar, umframt kærur til rættarskipanina, bleiv Framburðsflokkurin endaliga avvístur av russiska løgmálaráðnum tann 28. apríl 2015. Framburðsflokkurin er sostatt ikki viðurkendur alment, og hevur ikki møguleika at stilla upp til almenn val.
Alexei missir sítt valbæri
Alexei Navalny hevur verið í støðugum andgletti móti russisku valdsskipanina, síðani hann í 2009 gjørdist fulltíðar politisku aktivistur. Hann er í tveimum ymsum málum blivin dømdur fongsulsrevsing fyri fíggjarundandrátt og mutur. Fyrru ferð var í juli 2013, tá hann bleiv dømdur fimm ára fongsul, og seinna ferðin var í desember 2014, tá hann bleiv dømdur 3,5 ára fongsul. Fongulsrevsingarnar í báðum málum blivu tó gjørdar treytaðar, sum merkir, at Alexei ikki skuldi inn í fongsul at sita – í øllum førum ikki í fyrstu atløgu.
Dómarnir móti honum hava verið viðgjørdir í evropeiska mannarættindadómstólinum, og har var niðurstøðan, at teir vóru brot á artikkul 6 í evropeiska mannarættindasáttmálanum, um rættin til rættvísan rættargang. Eisini hevur verið dúgliga mett í vesturlendskum miðlum, at dómarnir móti Alexei vóru liður í eini politiskari forfylging av honum. Í desember 2016 kunngjørdi Alexei so, at hann fór at stilla upp til forsetavalið í 2018. Men áðrenn hann náddi at koma ov vítt, bleiv hann í desember 2017 frátikin valbærið sítt av russisku valnevndini. Hann mist sostatt rættin til at stilla upp til forsetavalið, og eftir vóru so hini sjey forsetavalevnini.
Størsti kappingarneytin hjá Vladimir Putin er Alexei Navalny, men hann slapp ikki at stilla upp til forsetavalið (Mynd: EPA-EFE/Yevgeny Feldman)
Seinasta valskeið Putins?
Ein av høvuðsspurningunum frá umheiminum til hetta forsetavalið hevur verið, um hetta nú eisini er seinasta valskeiðið hjá Putin sum forseti Russlands. Sambært russisku grundlógini er einki ivamál, Vladimir Putin má leggja forsetasessin frá sær, tá hetta valskeiðið er lokið í 2024. Tað er nevniliga ásett í russisku grundlógini, at ein ikki kann sita meiri enn tvey fylgjandi valskeið sum forseti í Russlandi. Hetta merkir, at Vladimir Putin ikki kann vera forseti Russlands valskeiðið 2024-2030. Og í 2030 verður Putin 77 ára gamal.
Putin hevur áður rent seg í henda trupulleikan. Hetta var í 2008, tá hann somuleiðis hevði sitið tvey fylgjandi valskeið sum forseti Russlands. Forsetavalskeiðið var tá fýra ár, í mun til seks ár í dag, og hevði Vladimir Putin sitið sum forseti árini 2000-2004, og aftur 2004-2008. Tá valdi Putin so at gerast forsætisráðharri ístaðin, og Dmitry Medvedev gjørdist so forseti árini 2008-2012. Meðan Dmitry Medvedev var forseti, bleiv forsetavalskeiðið longt úr fýra árum upp í seks ár, men hetta kom tó ikki koma í gildi fyrr enn eftir næsta forsetaval, t.e. til forsetavalið í 2012.
Til forsetavalið í 2012 stillaði Putin aftur upp sum forsetavalevni, og gjørdist so aftur forseti. Hetta valskeiðið vardi frá 2012-2018, og hann er tí enn einaferð í tí støðu, at hetta er hansara seinasta forsetavalskeið, sum endar í 2024. Stóri spurningurin er so, hvussu Putin velur at loysa henda trupulleika. Tí neyvan man hann fara upp á pensjón í 2024.
Íblástur úr Kina?
Í Kina hevði forsetin har, Xi Jinping, júst sama trupulleika sum Putin til fyri nýligani. Í Kina var eisini ásett í grundlógini, at ein bert kundi sita tvey samanhangandi valskeið sum forseti. Har bleiv hesin trupulleiki tó loystur við, at grundlógarbroyting bleiv gjørd, og ásetingin um, at ein bert kann sita sum forseti í tvey samanhangandi valskeið, bleiv strikað. Í Kina er tí nú væntandi, at Xi Jinping verður sitandi sum forseti í Kina restin av lívi sínum.
Um Vladimir Putin fer í holt við eina líknandi loysn í Russlandi, kunnu vit í dag bert gita um. Hann kann eisini velja at gerast forsætisráðharri aftur, eins og hann var árini 2008-2012. Ella hann kann velja eina heilt triðju loysn. Men tað munnu tó vera fá sum vænta, at Vladimir Putin velur at siga farvæl og takk fyri seg, tá hetta forsetavalskeiðið er lokið í 2024.