Týskland skuldi bert hava eitt stig, um EM-vertirnir skuldu tryggja sær fyrstaplássið í bólki A, tá liðið møtti Sveis í seinasta bólkadystinum.
Men hóast ætlanin var greið fyri týskarar, sá tað leingi út til Sveis fór at hála ein 1-0 sigur heim og taka fyrstaplássið, men eitt mál í yvirtíðini av innskifta Niclas Füllkrug tryggjaði Týsklandi eina stigi.
Úrslitið hevur við sær, at Týskland endar á einum fyrstaplássi í bólki A, meðan Sveis endar nummar tvey.
Nógv bendir á at Týskland skal møta Danmark í 1/8-finaluni. Kemur Danmark víðari sum nummar tvey í sínum bólki skulu teir møta Týsklandi, tí nummar tvey í bólki C skal spæla ímóti nummar eitt í bólki A.