Seinnu árini hevur verið møguleiki fyri at kappast í ódnartøkum, áðrenn farið verður undir sjálva FM-kappingina. Ódnartøk eru skipað á tann hátt, at bátarnir til hvørja kapping rógva ein stuttan tein tríggjar ferðir.
Kappingarnar eru tríggjar í tali. Tann fyrsta varð hildin í Norðagøtu, tann næsta í Runavík, og farna leygardag vóru so seinastu tøkini tikin, tá triðja kappingin varð hildin í Miðvági.
Sera tætt var í nógvum róðrum, og hetta kann geva ábendingar um, at vit fara at fáa eina spennandi FM-kapping í summar.
Úrslitini úr Miðvági kunnu síggjast her, og samlaðu úrslitini, fyri allar tríggjar kappingarnar, kunnu síggjast her.
Fyrsti FM-róðurin verður sum vant á Norðoyastevnu, sum í ár er leygardagin 1. juni.