Seinasti tingfundur hesa setuna

Løgtingið fór fyri døgurða í dag í summarfrí, nú seinasti tingfundur er lokin hesa setuna.

Rúni Korsgaard
23. mai 2024 kl. 15:12

Ímeðan heili 8 mál vóru á tingskránni í gjár, var bert eittans mál á skránni í dag.

Ítøkiliga var hetta uppskotið hjá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi broyting í Elveitingarlógini um framleiðslu og sølu av el og fjarhita. Uppskotið varð, hóast harðligu atfinning andstøðunnar, samtykt í 3. viðgerð við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Eitt yvirlit hjá in.fo vísir annars, at talið av tingfundum er fækkað seinasta tíggjuáraskeiðið til einans 69 í hesum tingári. Miðaltalið av tingfundum seinastu 10 árini hevur ligið á sløkum 83 sambært yvirlitinum.

Løgtingið verður savnað aftur á Ólavsøku, tá nýtt tingár byrjar. Í hendinga førum kann tingið verða kallað saman áðrenn, m.a. í sambandi við áleikandi verkfallsstøðuna.