Fríggjadagin var seinasti tími í enskum á nýbyrjanarstøði fyri ukrainskum flóttafólkum.
Hetta skrivar Reyði Krossur Føroya á Facebook.
- Vit vita hvussu umráðandi mál er fyri luttøku í samfelagnum, og fyri trivnaðin hjá tí einstaka, og ásanna, at havandi í huga óvissu framtíðina í Føroyum við fyribils uppihaldsloyvum, so gevur tað meining at leggja orku í at læra enskt - um tað so eisini er umframt at læra føroyskt.
Ein næmingur segði seg vilja læra meira av enskum fyri betur at kunna læra føroyskt, síðani frálæran av føroyskum ofta er við enskum sum millummál.
- Vit ynskja teimum blíðan byr á leiðini og takka fyri ágrýtni - tað hevur verið stuttligt at fylgt við gongdini, skrivar Reyði Krossur.