Sjónvarpskjakið millum sitandi forseta, Donald Trump, og mótvalevnið, Joe Biden, í nátt, er seinasti møguleiki hjá Trump at fáa sítt valstríð aftur á sporið. Tað heldur Mette Nøhr Claushøj, ið er lektari í stjórnmálafrøði og undirvísir í amerikanskum valstríði.
- Trump klárar seg ikki gott í meiningarkanningunum, og hann hevur ikki havt ein kláran boðskap, ið hann kann selja sítt afturval uppá.
- Tí verður hetta kjakið sæð sum hansara seinasti møguleiki fyri at koma við einum boðskapi, sigur hon.
Kjakið er í Nashville í amerikanska statinum, Tennessee og er samstundis seinasta sjónvarpskjak teirra millum, og verður sent náttina til fríggjadag klokkan tvey føroyska tíð.
Tá Trump og Biden dystaðust í fyrsta sjónvarpskjakinum í endanum av september, so brutu teir hvønn annan av allatíðina og komu við ákoyringum og niðrandi setningum um hvønn annan.
Fyri at sleppa undan hesum, hevur leiðslan fyri forsetakjaki í USA (CPD) gjørt eina reglugerð, so mikrofonin verður sløkt, tá eitt valevni kemur við sínum innleiðandi svari á tveir minuttir til hvørt av teimum seks evnunum, ið kjakast verður um.
Tó verða mikrofonirnar tendraðar undir opna kjakinum teirra millum.
Her verður tað upp til Trump at fáa veljararnar á sína síðu, hví tað gevur meining at velja hann aftur, heldur lektarin. Sambært Mette Nøhr Claushøj, so skal Trump taka arbeiðshandskarnar uppá, meðan Biden skal royna ikki at siga nakað, ið hann ikki hevur gjøgnumhugsað ella øsir seg upp og leypur fram av, heldur hon.
Kelda: Ritzau