15. árið á rað markera donsk fakfeløg Seinasti arbeiðsdagur kvinnanna, sum í ár verður 12. november.
Sambært tølum frá Danmarks Statistik forvinna kvinnur í miðal 12,9 prosent minni enn menn.
Tá lønarmunurin verður umroknaður til arbeiðsdagar, svarar hetta til, at kvinnur arbeiða ókeypis frá 12. november og restina av árinum.
Sólbjørg Jakobsen úr Runavík situr á tingi fyri Liberal Alliance, har ið hon ikki er bangin fyri at siga sína meining – og at standa við teimum. Hon hevur eisini eina meining um hendan afturvendandi "offurdag".
Sólbjørg skrivar á Facebook:
Summi rópa tað seinasta arbeiðsdag hjá kvinnum. Eg kalli tað bara mikudag! Ein lítil ávaring: Í morgin er seinasti arbeiðsdagur kvinnanna … enn eina ferð.
Dagurin, tá vit eftir øllum at døma verða mint á, at vit kvinnur arbeiða ókeypis restina av árinum, tí menn tjena meira í miðal.
Tað er absurd, at vit enn gera offurdagar fyri kvinnur í einum av heimsins javnastu londum. Tað er ikki frígerandi – tað er niðurgerandi.
Í Danmark kunnu bæði menn og kvinnur arbeiða hart, raðfesta, skapa, samráðast og velja sítt egna lív. Og tað gera vit eisini.
Summi fara beinhart eftir síni yrkisleið, onnur raðfesta familju, fleksibilitet ella tryggleika – og tey flestu av okkum eina blanding av teimum øllum, fyri at hóska til okkara lív, tørv og ábyrgd.
Og tað er alt heilt í lagi.
Sonn javnstøða snýr seg ikki um, at vit enda tað sama staðið – men um at vit hava frælsi at velja øðrvísi.
So kunnu tey í morgin rópa um lønarmun, offur og systematiskt órættvísi við sínum skeiklaðu hagtølum, alt tey vilja.
Eg hátíðarhaldi frælsið at vera menniskja – eftir mínum egnu treytum.
Og tað geri eg annars eisini hvønn dag.