"Tað er í Nólsoy, eg vil búgva. Her er so friðarligt og stilt."
Soleiðis verður sungið í lagnum hjá Charles Gade og Janusi Nolsø, og tað eru ivaleyst orð, sum sjónleikarin Mariann Hansen tekur undir við.
Hon hevur í øllum førum búsett seg í Nólsoy saman við makanum og soninum, har tey hava keypt sær eini sethús, ið eru karmur um poddin hesaferð.
Prátið snýr seg um Nólsoy, og hvønn týdning Ternan og handilin í bygdini hava fyri samanhaldið á oynni. Harafturat tekur Mariann okkum á ferð til Reykjavíkar og Oslo, umframt at hon greiðir frá um sítt innara landakort, sum hon brúkar í sjónleikarhøpi.
Mariann Hansen er uppvoksin á Norðskála og hevur lisið pallleikstjórn á University of Klaipeda, Litava, árini 2007-2008. Í 2015 varð hon útbúgvin bachelor sum pallhøvundur á Listaháskóla Íslands og var í tí sambandi skiftislesandi á Norwegian Theatre Academy í 2014.
Hon er m.a. kend fyri sínar eyðkendu leiklutir í sjónvarpsrøðini TROM og stuttfilminum Ikki illa meint hjá Andriasi Høgenni – tvær tær mest sæddu og altjóða viðurkendu føroysku filmsframleiðslurnar í nýggjari tíð – umframt at hon hevur verið virkin pallsjónleikari í nógv ár, ikki minst við leikbólkunum Det Ferösche Compagnie og GUT//productions, ið hava pallsett fleiri av teimum mest spennandi leikunum seinastu árini.
Trygvi Danielsen hevur lagt poddin til rættis.
Í morgin verða allir seks partarnir av List í Støðum tøkir á heimasíðuni hjá Dimmu.