Seðlarnir koma út í morgin ári
Tað verður á keiini í Hvalvík
Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 20:33
Seint seinnapartin í dag legði ein grind beinini í Hvalvík.
Talan er ikki um eina stóra grind. Teir eru ikki lidnir at merkja, men mett verður, at hon er einar 50 hvalir.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tað gekk væl at reka og drepa grindina, og nú eru tey so í ferð við at merkja.
Av tí, at grindin ikki er merkt, vita tey heldur ikki, hvussu nógv skinn hon er.
Hann sigur eisini, at avgerð er tikin um, at seðlarnir koma út á keiini í Hvalvík í morgin ári klokkan átta.
Hann sigur, at helst verður bara býtt í drápspartar og rakstrarpartar, men tað er ikki heilt vist enn.