Sebastian Kurz farin frá sum kanslari í Eysturríki

Kanslarin í Eysturríki, Sebastian Kurz, er farin frá og letur kanslarapostin víðari til landsins uttanríkisráðharra, Alexander Schallenberg

Sigurjón Einarsson
10. oktober 2021 kl. 00:53

Tað gekk væl hjá eysturríkum á fótbóltsvøllinum í gjárkvøldið, men tað sama kann ikki sigast um kanslaran, Sebastian Kurz. Eftir stórt trýst valdi hann í gjárkvøldið – beint áðrenn dystin millum Føroyar og Eysturríki – at fara frá sum kanslari.

Tað skrivar Reuters.

Eitt misálit skuldi annars setast fram móti honum týsdagin, har greiða skuldi fáast á, um hann framhaldandi kundi halda fram sum kanslari ella ikki, men í gjárkvøldið valdi hann sjálvur at fara frá. Tað gjørdi hann í beinleiðis sjónvarpi, sum millum annað merkti, at upptaktin til dystin hjá eysturríkum móti Føroyum ikki varð so long sum ætlað. Uttanríkisráðharrin, Alexander Schallenberg, tekur fyribils við sum kanslari.

– Landið er meira týdningarmikið enn mín persónur, segði Kurz, sum eisini segði, at hann ynskti at stjórnarsamarbeiðið millum hansara flokk – konservativa flokkin, ÖVP, og Tey Grønu fer at halda fram.

Trýstið hevur verið stórt móti Sebastian Kurz, eftir at løgreglan mikudagin tók seg inn á kontórið hjá honum og hjá hansara konservativa flokki, ÖVP.

Illgruni er um, at hann og flokkurin hava keypt seg til positiva miðlaumrøðu á skattgjaldarans rokning.

Landsins fíggjarmálaráðharri er eisini undir illgruna fyri at hava keypt lýsingar frá einum blað, afturfyri at blaðið skuldi geva Kurz jaliga umtalu.

Fríggjadagin kunngjørdi samstarvsflokkurin hjá ÖVP, Tey Grønu, at tey kravdu kanslaran frá.

Sebastian Kurz kunngjørdi í røðu sínari í gjárkvøldið, at hann nú verður vanligur limur í eysturríkska lóggávutinginum, men at hann heldur fram sum formaður í flokkinum.