Týski kanslarin, Olaf Scholz, lovar at økja hernaðarútreiðslurnar so Týskland fer at brúka tvey prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku (btú) uppá verju, sum landið við sínum limaskapi í Nato hevur bundið seg til.
Viðmerkingin kemur í kjalavørðinum av at fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur birt undir nýtt kjak um verjuútreiðslurnar hjá londunum í Europa.
Á einum veljarafundi leygardagin hótti Trump við, at hann ikki fór at verja lond í Nato, sum ikki hava rindað tey kravdu tvey prosentini, verður hann aftur valdur til forseta.
Í dag vitjaði Scholz eina komandi vápnaverksmiðju í Týsklandi.
Her segði hann at Týskland og øll hernaðarvinnan í Europa er noydd at økja um ferðina av hópframleiðslu av hernaðarútgerð, fyri at nøkta teimum øktu hernaðarligu tørvunum, sum Ukraina hevur.