Savnsleiðarin hevur sagt upp

Sum hon boðaði frá í Dimmalætting fyri nøkrum vikum síðani, so umhugsaði hon av álvara at siga seg úr starvi. Nú hevur Margretha Nónklett sagt Tórshavnar býráði, at hon ikki vil vera leiðari á Býarsavninum longur

Leif Láadal
8. februar 2022 kl. 15:16

Nógv umrødda býarsavnið í Tórshavnar kommunu skal finna sær ein nýggjan leiðara. Hølistrupulleikar og væntandi politiskur áhugi hevur nú við sær, at leiðarin seinastu trý árini, Margretha Nónklett, hevur sagt seg úr starvi.

Í lesarabrævi í dag, skrivar Gunnvør Balle, býráðslimur, at Margretha Nónklett hevur sagt upp.

Tann 13. januar segði Margretha Nónklett soleiðis við Dimmalætting:

- Eg havi verið leiðari síðani 2018, og í mun til at finna eina loysn upp á hølistrupulleikar, so er einki hent. Útlitini fyri, at nakað hendir, eru heldur ikki góð, og tí orki eg ikki at blíva við.