Savnsfagnaður á Listasavninum

Savnsfagnaðurin er í gongd, og um tit ikki longu hava verið, náa tit tað enn. Í heystfrítíðini, kl. 11-16, ókeypis

Innsent
12. oktober 2017 kl. 10:25

Savnsfagnaðurin er í gongd, og um tit ikki longu hava verið, náa tit tað enn.

VERKSTOVA
Tekna trøll við Jan Nystrøm
Hvønn dag kl. 11:30 og kl. 13:00
Á verkstovuni við Jan Nystrøm tekna vit trøll og aðrar verur. Jan elskar at tekna trøll, og á verkstovuni gevur hann børnunum ymisk amboð til at festa sítt hugflog á pappír.
Verkstovurnar egna seg best til børn í skúlaaldri, t.e. 6 ár og eldri. Ókeypis atgongumerki fáast í avgreiðsluni.

LISTAVEIÐA 
Listaveiða er á skránni allan dagin. Børn og vaksin kunnu fara á veiðuferð í Listasavninum og loysa ymiskar uppgávur.

TEKNA
Vit hava gjørt tekningar av listaverkum í føstu framsýningini, sum litir kunnu leggjast á.

Millum hesar myndirnar er omman hjá Sigrun Gunnarsdóttir og myndin hjá Mikines av H.A. Djurhuus.

Listasavnið er opið hvønn dag frá kl. 11-16.
Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vinarliga,
Listasavn Føroya