Savnaði pening inn til bretska heilsuverkið: Nú er hann sjálvur innlagdur

100-ára gamli Sir Tom Moore, ið hjálpti til við at savna pening inn til bretska heilsuverkið seinasta ár, er sjálvur blivin innlagdur, eftir at hann hevur fingið staðfest koronusmittuna

Sigurjón Einarsson
1. februar 2021 kl. 07:54

Veteranurin frá seinna heimsbardaga, Sir Tom Moore, sum savnaði góðar 33 milliónir pund – umleið 270 milliónir krónur – til bretska heilsuverkið, hevur fingið staðfest koronusmittuna og er innlagdur á sjúkrahús. Tað boðar dóttur hansara frá í einum Twitter-boðum, sambært Reuters.

Moore gjørdist kendur í apríl í fjør, tá hann byrjaði at savna pening inn til bretska heilsuverkið við at ganga 100 ferðir aftur og fram í sínum urtagarði í Bedfordshire. Uppruna ætlanin var, at hann vónaði at samla nøkur túsund pund inn til endamálið, men tá alt kom til alt, hevði hann savnað umleið 270 milliónir krónur.

Hann er eisini elsta fólk, ið hevur verið nummar eitt á bretska tónleikahittlistanum, tá hann, og onnur saman við honum, sungu og góvu út eina nýggja útgávu av kenda sanginum “You´ll Never Walk Alone” – eisini til frama fyri heilsuverkið í Bretlandi.

Fyri hesi góðgerandi átøk, fekk hann heiðurin “Honorary Colonel” í bretska herinum á sínum 100-ára føðingardegi og varð eisini sligin til riddara av drotning Elizabeth II tann 30. apríl seinasta ár.