Saudiarabar keypt Newcastle

Premier League váttaði í gjárkvøldið, at saudiarabiska samtakið PIF hevur fingið góðkenning at keypa Newcastle United. Amnesty fordømir søluna og nýggju eigararnar

Sigurjón Einarsson
8. oktober 2021 kl. 07:50

“Ashley out, Ashley out...!”

Soleiðis hava Newcastle-viðhaldsfólk seinastu mongu árini rópt eftir Mike Ashley – ella Mike Cashley, ið viðhaldsfólkini eisini nevna hann, sum eigur Newcastle United. Ella tað gjørdi hann inntil í gjár, tí bæði felagið og Premier League váttaðu seinnapartin í gjár, at felagið er selt til saudiarabiska samtakið PIF – Public Investment Fund, saman við PCP Capital Partners og RB Sports & Media. PIF eigur 80 prosent av felagnum.

Keypsprísurin er 305 milliónir pund – ella umleið 2,6 milliardir krónur í okkara peningi.

Og gleðin var ikki til at taka feil av, tá tað gjørdist greitt, at Newcastle nú hevur fingið nýggjar eigarar. Her eru nakrar reaktiónir:

Amnesty fordømir søluna og nýggju eigararnar

Amnesty International fordømir Premier League fyri at lata ein tílíkan handil fara ígjøgnum. Felagsskapurin ákærir Premier League fyri at góðtaka, at “sportswashing” verður loyvt, har ein fyritøka ella ein statur brúkar ítrótt til at betra um sítt umdømi.

Amnesty heldur, at samtakið, ið nú eigur Newcastle, fer allan vegin til krúnprinsin í Saudiarabia, Mohammed bin Salman, og tí væntar felagsskapurin, at Saudiarabia fer at brúka Newcastle til at betra um sítt umdømi, hóast landið brýtur grundleggjandi mannarættindi ferð eftir ferð, sigur felagsskapurin.

Miðlar í Onglandi skriva, at Newcastle nú verður ríkasta felag í Premier League.

Newcastle liggur næstniðast í Premier League, har úrtøkan hevur verið trý stig eftir sjey dystir.