Ongi úrslit

Sáttmáli um Glyvra kirkja undirskrivaður

Okkara uppgáva er ikki bert at reisa veggir og tekju, men at skapa eitt stað, sum er eitt trygt og friðsælt rúm, sum fer at tæna fólkinum í mong ár framyvir

J&K Petersen Contractors
13. november kl. 21:31

Tað var ein stór løta mikudagin, tá ið sáttmálin um bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum varð undirskrivaður.

Eftir at fyrsta flagið varð loyst av Hans Jacob Lamhauge, fyrrverandi kirkjuráðsformanni, varð bjóðað til drekkamunn í – skjótt – gomlu Glyvra kirkju, har røður eisini vórðu hildnar av millum øðrum Jógvan Fríðrikssyni, bispi, Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni og Sigtór A. Petersen, stjóra hjá J&K Petersen.

Vit hjá J&K Petersen taka tað sum ein heiður at sleppa at standa fyri byggingini av hesum serstaka og fyri nærsamfelagið týðandi bygningi.

Sigtór A. Petersen tók eisini soleiðis til í røðu síni:

-Okkara uppgáva er ikki bert at reisa veggir og tekju, men at skapa eitt stað, sum er eitt trygt og friðsælt rúm, sum fer at tæna fólkinum í mong ár framyvir.

Farið verður í gongd við arbeiðið í næstum. Kirkjan verður 1.140 fermetrar til støddar og fer at hava umleið 700 sitipláss. Tað fer at taka góð tvey ár at byggja Glyvra kirkju, og skal kirkjan eftir ætlan verða liðug í februar 2028.

Myndirnar frá degnum hevur Sølvi Reinert Hansen tikið, og SNA hevur teknað kirkjuna.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00