SAS og flogskipararnir, ið vóru í verkfall, eru vorðnir samdir um eina nýggja avtalu. Hetta upplýsir SAS í tíðindaskrivi.
Verkafallið byrjaði fyri 15 døgum síðani. Nýggja avtalan merkir, at SAS kann byrja at flúgva aftur skjótast gjørligt.
- Eg eri glaður fyri at kunna boða frá, at vit nú eru vorðin samd við øll fýra fakfeløgini hjá flogskiparunum hjá SAS, og at verkafallið er av, segði Anko van der Werff, forstjóri í SAS í tíðindaskrivinum, sambært Ritzau.
- Endiliga kunnu vit venda aftur til normala ferð og flúgva okkara kundar á teirra summarferiu, sum endiliga kann byrja, sigur stjórin í SAS. Sambært Danmarks Radio, so kann SAS byrja flúgvingina aftur í morgun. Tó fer tað at taka tíð, inntil SAS aftur kemur upp í vanliga ferð.
Tann nýggja avtalan millum partarnar, er galdandi í fimm og eitt hálvt ár framyvir. Sambært tíðindaskrivinum, er nýggja avtalan miðdepilin í fíggjarligu bjargingarætlanini hjá SAS. Tann sonevnda SAS Forward-ætlanin. Ætlanin skal geva árligar sparingar í milliardaklassanum.
Hóast partarnir eru vorðnir samdir um eina avtalu, so er avtalan ikki komin heilt uppá pláss enn. Enn manglar tann formella góðkenningin hjá teimum fýra fakfeløgunum, ið samráðst hevur verið við. Haraftrat skal avtalan eisini góðkennast av einum dómstóli í USA, tí fyrr í mánaðinum søkti SAS um konkursverju við einum dómstóli í USA.
SAS upplýsti í tíðindaskrivi hósdagin, at felagið misti upp ímóti 90 milliónir krónur um dagin. Met var eisini tá, at verkfallið hevur kostað SAS upp ímóti eini milliard krónum. Sambært tíðindaskrivinum hósdagin, hevur verkfallið borið 2.550 avlýstar túrar við sær. Hetta hevur rakt 270.000 ferðafólk kring allan heimin.