Fyrr í morgun fóru partarnir í stríðnum millum SAS og flogskipararnar aftur til samráðingarborðið. Samráðingarnar millum partarnar byrjaðu aftur í gjár, men ongin loysn var funnin. Men sambært Danmarks Radio, verður í dag arbeitt víðari eftir sama leisti sum í gjár.
- Vit halda áfram, har vit sleptu, sigur Hendrik Thyergod, ið er formaður í felagnum fyri danskar flogskiparar, áðrenn hann fór inn til samráðingarnar. Hóast hesa heldur positivu útsøgn, so heldur hann eisini, at samráðingarnar higartil kundi verið gingið betur.
- Tað var vánaligur stemningur í gjár, og har var sagt nógv býtt í miðlunum, sigur hann, sambært Danmarks Radio.
Umleið 1.000 SAS flogskiparar í Danmark, Noreg og Svøríki hava verið í verkfalli síðani mánadagin 4. juli. Sambært Ritzau hevur verkfallið higartil kostað SAS 900 milliónir krónur. Flogfelagið metur, at tey missa millum 70 og 95 milliónir krónur um dagin. Tað eru nú tíggju dagar síðan flogskipararnir fóru í verkfall.
Í tíðindaskrivið hjá SAS, skrivar felagið, at orsakað av verkfallinum hava 2.550 avlýsingar av flogferðum verið higartil. Hetta hevur rakt meir enn 270.000 ferðafólk.