SAS leggur fram rakstrartap uppá meira enn eina milliard krónur

SAS er framvegis í tungum fíggjarligum sjógvi

Ragnar Sjúrðarson
19. februar 2025 kl. 19:30

Flogfelagið SAS hevur í dag lagt sína fyrstu ársfrágreiðing fram, síðani felagið varð avskrásett á virðisbrævamarknaðinum í august í fjør.

Rakstrarúrslitið lendi á minus 2,1 milliardir svenskar krónur, sum svarar til 1,4 milliardir danskar krónur, skrivar Finans.

Úrslitið fyri roknskaparárið 2023/2024, sum gongur frá november 2023 til oktober 2024, er 1,58 milliardir svenskar krónur - umleið eina milliard danskar krónur.

Roknskapurin vísir eisini, at SAS hevði ein umsetning upp á 45,9 milliardir svenskar krónur, sum svarar til stívliga 30 milliardir danskar krónur.