Í dag hevur SAS latið inn umsókn um konkursverju við ein dómstól í USA. Hetta upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi í morgun.
Hóast umsóknin kemur dagin eftir, at flogskipararnir hjá SAS eru farnir í verkfall, so er umsóknin ikki ein beinleiðis avleiðing av, at samráðingarnar millum flogskipararnar og leiðsluna í SAS miseydnaðust í gjár, sambært Carsten Dilling, nevndarformanni í SAS.
SAS hevur søkt um at fara undir eitt Chapter 11-mál, sum í høvuðsheitum merkir, at felagið hevur biðið ein dómstól um at seta seg fyri borðendan í samráðingum við kreditorar hjá felagnum.
Í tíðindaskrivinum stendur, at endamálið við at lata inn umsókn um konkursverju er at framskunda umskipanina av SAS við at seta í verk grundleggjandi partar í SAS Forward-ætlanini. Sambært Reuters, var ætlanin um umskipan av SAS kunngjørd í februar í ár. SAS Forward er ætlanin, ið SAS vónar kann bjarga felagnum frá at fara av knóranum.
Í samrøðu við DR, lýsir Jacob Pedersen, ið er flogferðslugreinari, núverandi støðuna, sum eina roynd hjá SAS at “umvæla motorin á bussinum, meðan hann enn koyrir”. Sambært honum er endamálið við ætlanini at minka um útreiðslurnar og skuldina og síðan fáa nýggjan kapital í felagið.