- Flogskipararnir hava valt at fara í verkfall.
Tað vóru stuttu boðini frá Anko van der Werff, forstjóra í skandinaviska flogfelagnum, SAS, tá hann eftir at samráðingarnar vóru endaðar úrslitaleysar fyrr í morgun, greiddi fjølmiðlum frá støðuni.
Sambært Berlingske høvdu flogskipararnir boðið felagnum eina sparing uppá 450 milliónir krónur, men samstundis settu teir krøv til dótturfeløgini hjá SAS, Connect og Link, sum arbeiða eftir øðrum sáttmálum, men hetta kravið vildi leiðslan ikki ganga á møti.
Anko van der Werff, forstjóri, segði fyri miðlunum í morgun, at gekk SAS flogskiparunum á møti við hesum kravinum, so fingu flogskipararnir ov stóra ávirkan á, hvønn SAS kann seta í starv.
Sáttmálasamráðingarnar eru ein rættiliga avgerandi partur av spariætlanini, sum SAS hevur gjørt. Endamálið við henni er, at skuld fyri 14 milliardir krónur skal umleggjast til partapenging, og harafturat skulu íleggjararnir spýta sjey milliardir inn í felagið, skrivar berlingske.dk.
Størstu partaeigararnir í SAS eru svenski staturin, sum eigur 14,82 prosent, og danski staturin, sum eigur 14,24 prosent. Knut og Alice Wallenberg grunnurin eigur 6,5 prosent, Gerald Engstrøm, sum er ein svenskur ríkmaður, eigur sløk fimm prosent og Dimensional Fund Advisors LP í USA eigur 3,14 prosent.
Allir hinir íleggjararnir eiga gott og væl eitt prosent og minni.
Av tí at SAS eisini flýgur uppá Føroyar, so verður henda flúgvingin hjá felagnum eisini rakt. Heilt hvussu – og nær – ber ikki til at siga í løtuni, men væntast kann, at flúgvingin steðgar alt fyri eitt.