SAS byrjar í dag at heinta ferðafólk heim

- Teir flúgva tóm flogfør niður fyri at heinta ferðafólk á teirra ferðamáli, har sum tað er torført at finna aðrar alternativar vegir heim, sigur Roger Klokset, sum er formaður í fakfelagnum hjá norsku flogskiparunum hjá SAS

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
8. juli 2022 kl. 12:13

Fyrr í vikuni boðaði flogfelagið SAS frá, at flogskipararnir fóru í verkfall. Hetta hevur borið við sær, at fleiri ferðafólk, ið høvdu ferðast við SAS til útlondini, ikki sluppu heim aftur við SAS. Men í dag komu góð tíðindi frá SAS til tey ferðafólkini, ið sluppa avstað, men ikki heim.

Í dag byrjar fíggjarliga sperda flogfelagið, at at heinta ferðafólk heim, sum eru stødd í útlondunum, orsakað av verkfallinum. Flogskipararnir hava játtað at flúgva tey “strandaðu” ferðafólkini heim, hóast ongin semja enn er funnin millum flogskipararnar og SAS.

- Teir flúgva tóm flogfør niður fyri at heinta ferðafólk á teirra ferðamál, har sum tað er torført at finna aðrar alternativar vegir heim, sigur Roger Klokset, ið er formaður í fakfelagnum hjá teimum norsku flogskiparunum hjá SAS, sambært Ritzau til NTB. Eftir ætlan fara 18 tóm flogfør í dag á flog, fyri at heinta ferðafólk heim.

Fíggjarliga sperda flogfelagið er í tøttum samskifti við flogskipararnar um at fáa enn fleiri flogfør tóm flogfør á flog um vikuskiftið. Í fyrsta umfarið er tað serliga flogfør til Stockholm og Oslo, ið koma heim við ferðafólkum. Talið av ferðafólkum, ið koma heim til Keypmannahavnar er tó lítið, av tí at fleiri av flogførunum hjá SAS skulu kannast av flúgvaramekanikarum, áðrenn flogførini kunnu fara á flog. Trupulleikin er bara tann, at áleið 200 flúgvaramekanikarar á flogvøllinum í Keypmannahavn eru í farnir í samhugaverkfall.