Sarah vann tryggan sigur í gjárkvøldið

Hálvføroyski nevaleikarin hevði fult tamarhald á dystinum øll tíggju umførini

Mynd: Linda Johansen/Ritzau Scanpix
Áki Bertholdsen
8. oktober 2023 kl. 10:00

Dysturin í nevaleiki í gjárkvøldið ímillum hálvføroysku, Sarah Mahfoud og ta royndu Marcela Acuña úr Argentina, endaði við einum tryggum sigri til Sarah.

Dysturin var í Royal Arena og Ritzau sigur, at Sarah Mahfoud vann ein tryggan sigur og sostatt hevur hon slóðað fyri at hon aftur sleppur at dystast um HM-heitið.

Sarah hevði fult tamarhald á dystinum øll tíggju umførini og allir tríggir dómararnir vístu á hana sum vinnara.

Hennara stóri dreymur er at endurvinnað IBF-belti, sum hon tapti fyri Amanda Serrano. Síðani ósigurin hevur Sarah verið í dysti tríggjar ferðir, og hon hevur vunnið allar dystirnar.

Sarah Mahfoud segði við Ritzau, at dysturin gekk akkurát eftir ætlan og úrslitið var eisini, at hon vann øll tíggju umførini.