Fyrrverandi heimsmeistarin í boksing, Sarah Mahfoud, fær nú ein nýggjan møguleika, at gerast heimsmeistari, tá hon 6. apríl skal í ringin í Las Vegas, at berjast um WBC HM-beltið í fjøðurvekt. WBC (World Boxing Council) er eitt av teimum fýra stóru boksingsambondunum í professionellari boksing.
Sarah Mahfoud, sum hevur vunnið 14 av 15 dystum, skal møta Skye Nicolson úr Avstralia, sum er ósigrað í níggju dystum. Dysturin verður í Fontainebleau Las Vegas í USA.
- Eg eri so glað um, at tað endiliga er kunngjørt. Eg havi vitað tað í eina tíð, og havi glett meg at deila tíðindini. Tað er so stórt, at sleppa at boksa í Las Vegas, sum jú er Mekka fyri boksing. Eg eri svong eftir hasum beltinum, og eg skal hava tað heim við mær aftur. Eg havi vant hart fyri at koma her til, eftir at eg tapti mítt heimsmeistaraheitið til Amanda Serrano. Eg vil gjarna kalla meg heimsmeistara aftur, og ikki fyrrverandi heimsmeistara, sigur Sarah Mahfoud í samband við kunngerðina av dystinum.
28-ára gamla Skye Nicolson, sum er úr Brisbane í Avstralia, luttók í OL í Tokyo í 2021, har hon var nær við at vinna bronsu. Hon byrjaði sína professionellu yrkisleið í mars 2022, og longu árið eftir vann hon fyribils HM-beltið hjá WBC, tá hon í Mexico vann á argentinsku Sabrina Perez. Nú skal hon so dystast við Saruh Mahfoud, um tað veruliga WBC beltið.
Sarah Mahfoud gjørdist IBF-heimsmeistari í 2020, tá hon vann á argentinsku Brenda Karen Carabajel. Hon vardi beltið eina ferð, ímóti týsku Nina Meinke, í 2022. Seinni sama ár møtti hon Amanda Serrano, sum telist millum bestu kvinniligu boksarar nakrantíð, í Manchester Arena í Onglandi. Tann dystin tapti Sarah, og misti hon harvið sítt HM-belti.
Síðani tapið ímóti Serrano hevur Sarah Mahfoud boksað tríggjar dystir, og vunnið allar. Seinasti dysturin var ímóti Marcela Eliana Acuna í Royal Arena í Keypmannahavn, í oktober í fjør. Tá vann Sarah greitt uppá stig.
6. apríl fer 34-ára gamla Sarah Mahfoud altso aftur í ringin, tá hon fer at gera enn eina roynd, at gerast heimsmeistari í boksing.