Føroyski heimsmeistarin í fjaðurvekt, Sarah Mahfoud, hevur higartil vunnið 11 av 11 dystum, sum yrkisboksari, og í heyst skal hon aftur í ringin at dystast.
Síðst í septembur skal hon standa andlits til andlits við heimsstjørnuni Amanda Serrano í HM-dysti í Manchester. Talan er óivað um størsta dystin í kvinnuligari boksusøgu bæði hjá Føroyum og Danmark.
- Tað er púra svakt. Eg haldi, at hetta er tann feitasti dysturin, ið eg kundi fingið. Tað er eitt risa set-up, og tað er tann besti boksarin, ið eg komi at møta. Hon er ein av teimum sterkastu – um ikki tann sterkasta – tvørturum vektklassar, og fyri fyrstu ferð skal eg nú royna meg sum professionel úti í stóru verðini, sigur Sarah við danska boksimiðilin, Danish Fight Night.
- Eg fari at royna at njóta tað. Stemningurin og leiðin upp til ringin verður nakað heilt serligt. Men so skjótt dysturin fer ígongd, gloymi eg alt rundanum meg, so eri eg bara beint har, ið eg skal vera. So er tað ein uppgáva, sum skal loysast. Og tá eyguni hjá øllum hvíla á einum, vil mann sjálvandi vísa alt, sum mann kann, leggur hon aftrat. Dysturin verður leiktur tann 24. septembur í AO/Manchester Arena, har pláss er fyri 21.000 áskoðarum.
Truplasta mótstøðan nakrantíð
Hóast 32 ára gamla Sarah er spent til dystin, so verður ikki talan um ein lættan og einfaldan dyst, tí hetta er sterkasta mótstøðukvinnan, ið Sarah higartil hevur møtt.
Mótstøðukvinnan má sigast at vera ein heimsstjørna innan boksing. Samanlagt hevur Amanda Serrano vunnið 42 sigrar, tapt tveir og spælt ein javnleik. Hon verður av mongum mett at vera sterkasti kvinnuligi boksarin tvørturum vektklassar. Hon er eisini kend fyri síni hørðu sløð, og hevur hon 30 sokallaðar “knockout-sigrar” .
Men hóast mótstøðan hjá føroysku Saruh verður truplari enn nakrantíð, so hevur hon góðar vónir.
- Tað fer at krevja sjúkliga nógv. Eg eri fyrireikað uppá, at tað verður ein torførur dystur. Men við røttu venjingini eri eg vís í, at tað nokk skal ganga mín veg. Eg skal bara ikki boksa eftir hennara treytum, tí tað er har hon er sterk. Eg skal vera klók og royna at fáa hana í óføri. Eg havi ein fyrimun við, at eg eri kvik á hendrunum og føtrunum. Eg skal gagnnýta tað, sum eg eri góð til og tann mátan, sum eg boksi uppá. Tað er tað, vit skulu byggja víðari uppá nú, sigur Sarah um komandi dystin. Sarah, sum í gerandisdegnum lesur til sjúkrasystur, hevur lagt kittilin frá sær eina tíð og er farin í boksihandskarnar ístaðin. Í løtuni venur hon við boksivenjaranum, Timmy Kimose, og kropsliga venjaranum, Mark Abildhauge.
Mótstøðukvinnam hjá Saruh Mahfoud, Amanda Serrano, eftir ein sigur í 2017. (Mynd: EPA-EFE).
Nógv uppá spæl
Hesin dysturin hevur verið leingi í væntu. Í septembur í 2020 visti fyriskiparin hjá Saruh Mahfoud at siga, at samráðingar um dyst ímóti Amandu Serrano vóru ígongd. Avtalað var, at tær skuldu dystast í desembur í 2021, men hetta bleiv av ongum orsakað av korona.
Talan er um ein serstakan dyst, tí so mikið nógv er uppá spæl. Sarah hevur eitt HM- heitið, meðan Amanda Serrano hevur trý. Sostatt eru fýra HM-heitið uppá spæl. Haraftrat verður eisini dystast um heiðursbelti frá The Ring Magazine. The Ring Magazine er eitt amerikanskt boksimagasin, sum fyrstu ferð var útgivið í 1922.
Stutt eftir, at HM-dysturin millum Sarah og Amanda Serrano var almennakunngjørdur, boðaði The Ring Magazine frá, at dystast eisini skuldi um heiðurskrýnda belti hjá teimum.
Sambært reglunum kann bert dystast um beltið í dystum, har nummar eitt á styrkislistanum hjá The Ring dystast ímóti ein boksara, sum er í topp trý á listanum hjá The Ring. Ongantíð áður hevur ein føroyingur dystast um henda heiður. Seinast nakar dani dystaðist um beltið frá The Ring, var Mikkel Kessler í 2007.
- Tað er ein kempi heiður, at eyguni hjá altjóða boksiheiminum eru vend móti hesi stevnu og hesin dysti. Tað at The Ring Magzine beinleiðis setur sítt flotta heiðursbelti upp eftir enda við síðuna av øllum HM-heitunum, ger tað bara enn meira serstakt. So vil mann tað bara enn meira. Eg havi boksa í so mong ár. Alt tað arbeiðið og øll tann orkan, eg havi lagt í tað, og tá mann nú er so nær við, so vil mann fanimeg eisini hava tað við heim! Alt liggur beint frammanfyri føtrunum á mær – eg skal bara loysa uppgávuna, sigur ein smílandi Sarah Mahfoud at enda við Danish Fight Night.
Dysturin millum Sarah Mahfoud og Amanda Serrano verður tann 24. sepetmbur í AO/ Manchester Arena.
- Fødd tann 29. septembur í 1989
- Dystir: 11
- Sigrar: 11 (3 sokallað knockout)
- Hevur vunnið HM-heitið í fjaðurvekt(tyngdarflokkur upp til 58 kg) hjá IBF.
- Fødd tann 9. oktobur í 1988
- Dystir: 45
- Sigrar: 42 (30 knockout)
- Tap: 2
- Hevur vunnið HM-heitið hjá WBC, WBO og IBO i fjaðurvekt (tyngdarflokkur upp til 58 kg).