Sarah Mahfoud á gáttini til altjóða gjøgnumbrot

Føroyski heimsmeistarin í fjaðurvekt, Sarah Mahfoud, er heilt nær við at fáa ein HM-dyst í USA í hús. Her skal hon møta Amandu Serrano, ið verður roknað sum besti kvinnuboksarin í heiminum

Sigurjón Einarsson
21. september 2020 kl. 15:39

Um avtalan kemur uppá pláss, so kann føroyski IBF-heimsmeistarin møta Amandu Serrano, ið er WBO-heimsmeistari í boksing. Talan verður tí um ein HM-dyst um tveir titlar á stórari boksistevnu í Las Vegas í desember.

Tað er navnframi Mogens Palle, ið er fyriskipari hjá Sarah Mahfoud, sum er í samráðingum við umboð hjá Amandu Serrano.

- Eg kann vátta, at vit eru í samráðingum um dystin, ið Sarah Mahfoud hevur víst stóran áhuga fyri. Hon ynskir at møta teimum sterkastu í heiminum, og HM-sigurin í februar hevur latið nakrar hurðar upp fyri nøkrum spennandi møguleikum, tí er hetta tilboðið úr USA sera áhugavert, sigur Mogens Palle frá Danish Fight Night í einum tíðindaskrivi.

Amanda Serrano er ikki hvør sum helst. Hon hevur ikki tapt ein dyst í heili átta ár, og hevur heimsmet fyri at hava vunnið íalt níggju HM-titlar í sjey ymiskum tyngdarflokkum. Hon hevur boksað 40 dystir, har hon hevur vunnið 38, tapt ein og ein er endaður við javnleiki.

Sarah hevur boksað 10 dystir sum yrkisboksari, har hon hevur vunnið allar.

Fakta:

IBF stendur fyri International Boxing Federation.

WBO stendur fyri World Boxing Organization