Sarah fær ein mannligan boksimakkara

Tað hevur víst seg at vera trupult at finna ein makkara til Sarah Mahfoud at venja saman við, nú hon skal verja sítt HM-heiti tann 21. apríl. Men nú er ein loysn funnin, og tað verður núverandi spanski meistarin í lættvekt, ið skal fyrireika vestamannakvinnuna til sín lívs dyst

Sigurjón Einarsson
23. mars 2022 kl. 15:41

Av tí, at komandi mótstøðukvinnan hjá Sarah Mahfoud, Nina Meinke, er ein lámur nevaleikari, so hevur tað verið trupult at finna ein nevaleikara at venja saman við, nú hon skal verja sítt HM-heiti tann 21. apríl.

Men nú er ein loysn funnin, og tað verður núverandi spanski meistarin í lættvekt, Carlos Perez, ið skal hjálpa vestamannakvinnuni at fyrireika seg til at verja sítt HM-heiti.

Hann hevur boksað 25 dystir sum fulltíðar boksari, og hevur seinastu seks árini samarbeitt við venjaran hjá Sarah Mahfoud, Benny Checha, og hevur hesa tíðina bert tapt ein dyst.

Tað var Sarah sjálv, ið kom við hugskotinum, og hon gleðir seg at fara í holt við seinastu fyrireikingarnar til dystin.

– Eg kundi ikki havt ynskt mær ein betri boksimakkara. Benny, venjarin hjá mær, kann siga, hvat hann skal gera, tí teir arbeiða tætt saman og kenna hvønn annan, so teir kunnu samskifta og samarbeiða, hvussu eg avriki á besta hátt – eisini tá dysturin verður, sigur Sarah Mahfoud í einum tíðindaskrivi.  

Carlos Perez skal hjálpa Sarah Mahfoud at verja sítt HM-heiti. (Pressumynd)

Sarah Mahfoud er ósigrað í tíggju dystum sum fulltíðar nevaleikari, og vann í 2020 HM-heitið hjá IBF, tá hon vann á Brenda Carabajal úr Argentina.

Men tað er hørð mótstøða, sum Sarah møtir í Frederiksberg Hallerne tann 21. apríl, tá hon skal dystast ímóti týsku Nina Meinke, ið er ein lámur nevaleikari, og hevur ikki tapt ein dyst í fýra ár.