Sarah er sjúk - HM undandysturin er útsettur

Nevaleikarin av føroyskari rót, Sarah Mahfoud, skuldi í ringin í næstu viku, men tað verður av ongum

Áki Bertholdsen
3. oktober 2024 kl. 12:10

Næsta leygardag, tann 12, oktobur, skuldi føroyski nevaleikarin í Danmark, Sarah Mahfoud, í ringin til undandyst um ein dyst um heimsmeistaraskapin í fjøðurvekt.

Men nú boða tey frá, at dysturin verður útsettur, tí Sarah Mahfoud er sjúk. Hon hevur fingið lungnabruna og tí er dysturin ímóti Danila Ramos úr Brasil, útsettur.

Sarah Mahfoud hevur verið á venjingarlegu í Cardiff í Wales, men hesar seinastu dagarnar hevur hon verið illa tilpass.

Tí fór hon til lækna og har varð staðfest, at hon hevði lungnabruna, og tí er neyðugt at útseta dystin, siga tey, sum skipa fyri dystinum, í eini fráboðan.

Nú verður arbeitt fyri at fáa greiði á, nær dysturin skal vera, men tað verður ikki fyrr enn Sarah ordiliga er komin fyri seg aftur.

Í fráboðanini harmast Sarah Mahfoud um at hon er komin í hesa støðuna, men hon lovar at tá ið hon er klár aftur, verður tað við fullari megi.

Dysturin skuldi vera í Royal Arenda, men hon er ikki tøk aftur fyrr enn eina ferð næsta ár og tí verður roynt at finna onkra aðra høll, so at dysturin kann verða í ár.