Tað verður Sára Jógvansdóttir, sum tekur við borgarstjórasessinum í Vestmanna kommunu 1. januar 2025.
Nývalda bygdaráðið samtykti einmælt á fundi í kvøld, at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarastjóra og Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra næstu fýra árini. Hon var fyrstvald á kommunuvalinum týsdagin, ímeðan hann var næstvaldur.
Sjey fólk sita í bygdarráðnu í Vestmanna. Á kommunuvalinum vóru vald Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted, Anja Haldansen, Karl A. Olsen, Pauli Magnussen, Jákup S. Jóhanesarson og Janus Atli Jensen.
Nývalda bygdarráðið í Vestmanna Kommunu hevur í kvøld, tann 14. novembur 2024, skipað seg við
Sáru Jógvansdóttir sum borgarstjóra
Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra
Nevndarsessirnir eru býttir soleiðis:
Fíggjarnevndin | Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen. (Varalimur: Anja Haldansen) |
Tekniska Nevnd | Símin Jákup Højsted, Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen. (Varalimur: Janus S. Jóanesarson) |
Mentanarnevndin | Anja Haldansen, Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Karl A. Olsen) |
Trivnaðar- og Umhvørvisnevndin | Anja Haldansen, Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Karl A. Olsen) |
Havnanevndin | Anja Haldansen, Karl A. Olsen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Janus Atli Jensen) |
Bygdarráðið skipar seg formliga á almennum eyka bygdarráðsfundi tann 18. novembur kl. 20.00.
Ætlanin hjá nývalda bygdarráðnum er at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráði á einum av fyrstkomandi fundunum hjá bygdarráðnum.
Avtala er at umskipa bygdarráðsnevndirnar til hesar nevndir við hesum limum.
Fíggjarnevndin | Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen. (Varalimur: Anja Haldansen) |
Tekniska Nevnd | Símin Jákup Højsted, Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen. (Varalimur: Jákup S. Jóanesarson) |
Mentanar- og Trivnaðarnevndin | Anja Haldansen, Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Karl A. Olsen) |
Vinnu- og Havnanevndin | Anja Haldansen, Karl A. Olsen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Janus Atli Jensen) |