Fyrsta sunnudag í advent kl. 16 geva Orð og tónar eitt eykanummar á Reinsarínum.
Eitt eykanummar við hugstimbrandi røðum, tónleiki og løgi.
Vit bjóða í føðingardag og til framløgudag í einum sveipi.
Høvið er, at Carl Johan Jensen, sum í mong Harrans ár á sín spaklynda hátt hevur sett dám á føroyska mentanarlívið, fyllir 60 ár og gevur nýggja skaldsøgu út í sama viðfangi.
Nú eru 12 ár eru liðin, síðan nógv umrødda bókin Ó- søgur um djevulsskap kom út. Frægasta verk, ið skrivað var, síðan William Heinesen legði pennin frá sær. Segði skaldið tá. Og hægri tindar klívur skald ikki. MEN betri enn hesa SÆR føroyski bókmentaheimurin ikki í ár, lovar skaldið nú.
Spáka oman á Reinsaríið sunnudagin og hugna tær saman við Carl Johan Jensen.
Tað verður ein góð løta. Tí borga vit fyri.
Millum teirra, ið fara at hátíðarhalda Carl Johan, eru Gunnvør Balle, Mattias Kapnas, Kinna Poulsen, Torbjørn Jacobsen og Sissal Kampmann.