Sansirnir hittust á Formland 2018

Tvær ferðir um árið er stevnan Formland í Herning, har alt tað nýggjasta innan innrætting og búnýti verður sýnt fram

Sigrid Sighvatsson
9. februar 2018 kl. 14:07

 

Endamálið má vera at gera menniskju vakrari. Eg havi ta greiðu áskoðan, at estetikkur og ikki politikkur kemur at bjarga okkum. Okkum tørvar vakurleika kring okkum. Litir, lukt, ljós og formar.

Fyri 10 árum síðani var eg fyri fyrstu ferð á Formland Messuni í Herning, tá eg hjálpti lærumeistaranum hjá mær, Lene Bjerregaard sálu, ið var arkitektur og holistiskur innrættari.

Eg minnist, hvussu glað eg var at verða spurd, um eg kundi hjálpa henni. Formland savnar jú øll fólk, sum hava áhuga fyri innrætting. Formland er ein stór messa, har alt tað nýggjasta innan innrætting verður savnað.

Sunnudagin var eg aftur á Formland, men hesa ferð fyri Dimmalætting. Tann størsti munurin hesu ferð í mun til fyri tíggju árum síðani er, at vit í dag hava alskyns tøkni og síggja alt á okkara smart phones (fb, instagram og pinterest). Men hóast tað, dugi eg at síggja, at vit menniskju hava brúk fyri at møtast, at síggja hvønn annan í eyguni, práta við hvønn annan og merkja tingini. Ja, vit leingjast eftir tí upprunaliga, at brúka okkara kenslur og eftir kvaliteti.

Formland messan er risastór. Hon er í níggju stórum hallum, sum allar eru fyltar við øllum tí nýggjasta innan býli og innrætning. Sjálv náddi eg ikki so nógvar hallir, men tað eg upplividi var spennandi. Okkurt var nýhugsan, burðardygt og nógv hevði ein eisini sæð fyrr.

Eg má viðganga, at eg sá nógv lekkur ting, sum eg eisini kundi hugsað mær at sæð heima hjá okkum. Dóttirin var eisini við, og hon segði fleiri ferðir, mamma hví hava vit ikki sovorðið heima hjá okkum, so har var eisini nógv, hon kundi hugsað sær at fingið heim við.

Eg haldi, at maðurin hugnaði sær eisini á messuni, sjálvt um eg haldi, at hann gjørdist nokk so skjótt troyttur. Men eitt eg beit merki í, var at hann segði, at tað er ikki líka mikið, hvat vit hava rundan um okkum. Hann helt eisini, at har vóru nógv spennandi fólk, sum veruliga brenna fyri teirra vørum og estetikki.

Mynd: Steinvør Sigurðsdóttir úr Fuglafirði og maðurin Torben Rom Lucas. Saman reka tey fyritøkurnar The Organic Sheep, Nocturnals og handilin Fjord Interior í Keypmannahavn


Føroyingar og íslendingar

Eg møtti einum spennandi pari. Hon kom úr Føroyum, Steinvør Sigurðsdóttir, ættað úr Fuglafirði, og hann úr Danmark. Tey eiga luksus fyritøkurnar The organic Sheep og Nocturnals. Tey vóru júst komin aftur av messu í Paris. Universið hjá teimum er fínt og vakurt við myrkum tónum og sera góðum kvaliteti. Nocturnals selur burðardygg gólvteppir, pútir og aromaterapi við teirra egna signaturlukti og fínar jarnkrukkur, træborð og vasar. Tey hava ein handil í Keypmannahavn, sum eitur Fjord Interior.

Á messuni sóu vit nógv úr burðardyggum tilfari, náttúrutilfari, træ, flætt, teppir, veggdekoratiónir, plantur og blómur. Vit sóu eisini nógvar brúnar litir. Tað er akkurát, sum vit hava brúk fyri at hava nakað ektað í hondinum, náttúrutilfar í staðin fyri smartphones. Tí var tað eisini møguleiki fyri at gera handverk á messuni, til dømis brodera.

Eg hoyrdi eisini ein framsýnara siga, at hon ikki orkaði at sita við telduna allan dagin, og tí var hon byrjað at gera nakað við hondunum. Hon framleiddi millum annað nakrar pappírseinglar av kendum fólkum, sum ikki eru her á jørð meiri. Ja, vit kunnu siga okkara einglar ella fólk, vit hava sæð upp til ella verið fjeppari av.

Okkum nýtist eisini at hava nakað at reflektera yvir, og vit sóu eisini nógv spegl á messuni. Sjálv haldi eg, at spegl eru spennandi at arbeiða við í innrætting. Tey rundu speglini eru sera trendy.

Vit møttu tveimum fittum damum úr Íslandi. Fyritøkan hjá teimum eitur Takk Home, tær framleiða sera lekkur vovin handklæðir og seingjarteppir.

Samanumtikið var Formland 2018 ein áhugaverd messa. Vit kunnu gleða okkum til nógv spennandi innbúgv.

Mynd: Olla and Dröfn frá íslendsku fyritøkuni Takk Home, ið framleiða vovin handklæði og seingjarteppir

Mynd: Tilfar og litir, ið bera brá av náttúruni, vóru eisini nógv at síggja á Formland 2018